top of page

Nýggj bók: Andrew W. Sloan – Lív og Læra

Bók er komin í bókahandlarnar, ið nevnist „Andrew W. Sloan – Lív og Læra“. Bókin er í 2 pørtum. Fyrri partur er um lív Andrew Sloans. Í hesum parti eru umleið 80 myndir. Í seinna parti eru 9 fyrilestrar, sum Andrew helt í Ebenezer í 1960. Bókin er umleið 550 síður og kostar 345 kr. Forlagið „Góð Tíðindi“ gevur bókina út, og høvundur er John í Skemmuni.


Framløga av nýggju bókini verður í Finsen (auluni í kommunuskúlanum í Havn), fríggjadagin tann 10. des. - kl. 16.00. Luttøka verður verður við dupultkvartettuni í Ebenezer. Sambært tilmælunum eiga áhoyrarar at vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.


Andrew var sonur skotska trúboðaran William G. Sloan, sum kom til Føroya í 1865 við tí endamáli at kunngera evangeliið um Jesus. William giftist við Elsebeth í Geil, og tey fingu 6 børn. Yngstur av teimum var Andrew. Hann var føddur í 1896.


Andrew vaks upp í Tórshavn. Ein av leikbrøðrum hansara var kendi rithøvundurin William Heinesen, og longu á barnaárum góvu teir eitt skifti út blað, ið nevndist „Dreingja tíðindi“.

Andrew fór tíðliga úr skúlanum og fór at arbeiða í handlinum hjá Hans Joensen, sum tá var bæði matvøru- og klædnahandil.


Í 1917 segði Andrew upp hjá Hans Joensen og fór eins og pápin at virka sum trúboðari. Tá var hann 21 ára gamal. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við evangeliinum, og Harrin signaði virki hansara. Fleiri ferðir vitjaði hann eisini grannalond okkara.


Andrew giftist við Ellu Hansen úr Vátutoft í Klaksvík. Tey búsettust í Lucas Debesargøtu í Havn og fingu 4 børn.


Andrew var gávuríkur og var við til at seta gongd á ymiskt arbeiði í og út frá samkomunum. Hann var við til at keypa trykkpressu at prenta traktatir og annað við. Hann kom við hugskotinum at hava samfelagsmøtir ímillum samkomurnar. Í 1932 fekk hann í lag at geva sunnudagsskúlablað út. Frá 1952 og fram til hann andaðist, gav hann blaðið „Góð Tíðindi“ út. Hetta blað var sent í hvørt heim í Føroyum.


Andrew skrivaði ofta í bløðunum. Var okkurt frammi, sum ikki samsvaraði við læru Bíbliunnar, skrivaði hann ofta rættleiðandi greinar, sum nágreiniliga vístu á, hvat Bíblian lærir. Andrew var altíð sakligur, tá ið hann skrivaði, hóast álopini á hann kundu vera sera persónlig og niðrandi.

Andrew og Victor Danielsen fóru at virka sum trúboðarar um somu tíð og virkaðu eisini saman av og á. Andrew var m.a. við til at eggja Victori Danielsen at fara undir at umseta Bíbliuna til føroyskt.


Andrew var sera góður bíbliulærari og hirði og ferðaðist alt lívið kring oyggjarnar. Hann vitjaði trúliga samkomur og einstaklingar, og óivað var hetta ein orsøk til blómandi samkomulívið í oyggjum okkara í seinastu øld.

34 views0 comments
bottom of page