Í oktober lat ein nýggj spennandi klinikk upp í Klaksvík. Talan er um WAWE KLINIKK, sum er ein massasjustovuna, sum Walai West eigur og rekur. Eg var so heppin at sniðgeva snøgga og reina samleikan, ið fevnir um búmerki, skelting, avtalukort, klippikort og gávukort.
Walai West er úr Thailandi og er útbúgvin á WatPo templinum í Bangkok, ið verður mettur sum ein tann besti skúlin í Thailandi. Umframt hevur hon drúgvar royndir innan økið.
Thai massasja, stavar frá teimum siðbundnu templunum har munkarnir lærdu og lótu frá sær hesa massasju viðgerð frá ættarlið til ættarlið. Kroppurin verður mýktur, við brúk at hondum, fótum, knøum, albogum og likamsvekt við tí endamáli at geva kundanum betri heilsu, størri smidleika og økta vælveru.
So nú er møguleiki at forkela seg sjálvan, við at bíleggja og bóka eina tíð á tel. 77 77 99, tað er bati til likam og sál :)
WAWE viðgerir tú kanst velja ímillum:
– Thai massasju
– Olju massasju
– Fót massasju
– Ítróttar massasju
Bílegg nú á tel. 77 77 99
Til seinast fari eg at ynskja WAWE við Walai West hjartaliga til lukku og blíðan byr.
Comments