top of page

BINDA – Føroysk bindibók millum tær bestu í Evropa

Bókin „Binda“ hevur í dag vunnið bronsu virðisløn í kapping um at gerast besti lærumiðil í Evropa. Tað er Sandra Sørensen, sum hevur skrivað bókina og Nám hevur givið út.


Myndir: Sandra Sørensen og Nám


Binda kom á úrvalslistan til eina BELMA (Best European Learning Materials Awards) virðisløn fyrst í oktober. Í dag er kunngjørt, á bókamessu í Frankfurt, at hon hevur vunnið bronsu virðisløn innan skúlabókaútgávu til handaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum.


Á heimasíðuni hjá Nám, sigur ritstjórin Karina Toftegaard soleiðis:


Eg visti, at bókin var góð, og í samráð við bókatoymisleiðaran í Námi meldaði eg hana til kappingina. Í dag hava vit so fingið eitt fløvandi herðaklapp frá evropeisku dómsnevndini.

Eg ynski bæði Nám og Sandru Sørensen hjartaliga til lukku við heiðursmerkinum. Stuttligt at hava ein leiklut í tílíkum uppgávum. :)


Trýst á knøttin niðanfyri og les meir um bindibókina á nam.fo.



24 views0 comments
bottom of page