top of page

Vakstrarforum búmerki



Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr. Stovnan av vakstrarforum er ásett í samgonguskjalinum.


Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið samskipa arbeiðið.


Í Vakstrarforum sita:

  • Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

  • Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

  • Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

  • Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

  • Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost

  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

  • Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands

  • Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

  • Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor

  • Rúnar Reistrup, stjóri í YunoJuno

  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar


Les meira um Vastrarforum á www.lms.fo




Um búmerkið

  • Búmerkið „Vakstrarforum“ merkir í stuttum vøkstur, burðardygd, búskaparlig uppreisn, realismu og virkishug.

  • Bókstavurin V sipar til vøkstur.

  • Bókstavurin er eisini eitt grasstráð og grøni liturin sipar til burðardygd.

  • Sum avleiðing av koronukreppuni hevur føroyski búskapurin fingið eitt V-skap. Tí kann V’ið eisini sigast at umboða eina búskaparliga uppreisn

  • Bókstavurin líkist eisini einum flugubeini, sum sipar til, at verkætlanin er jarðbundin, har úrslitið skal verða ítøkiligt og realistiskt.


49 views0 comments

Recent Posts

See All

Bình luận


bottom of page