top of page

Vælkomin til ANNA & ANNAÐ

  • Writer: Anna Simonsen
    Anna Simonsen
  • Aug 8, 2020
  • 1 min read

Ein strika er sett í sandin, og eg havi stovnað mítt egna virki.



Í koronatíðini broyttist alt. Alt fór niður í ferð, eg hevði tíð at steðga á, lata tankarnar fara á flog og at skapa. Ein tanki um at ganga egnar leiðir birtist innan í mær, og nú er hann veruleiki.

Frá barni havi eg verið kreativ og havt hug at skapa. Tískil trívist eg sera væl í mínum grafiska yrki, har eg kann brúka míni evni at skapa, evna og sniðgeva.



ANNA & ANNAÐ er eitt virki, ið veitir grafiskar loysnir til bæði prent, foliu, skelting, netið og aðrar miðlar. Visjónin er eisini at hava eina kreativa verkstovu, har eg kann royna mítt listarliga flog.  


Vónandi verður framtíðin bjørt, fjølbroytt, mennandi og spennandi. 


Comments


Commenting on this post isn't available anymore. Contact the site owner for more info.
bottom of page