top of page

MEGD 40 ÁR

Fríggjadagin 22. oktober skipaði MEGD fyri 40 ára stovningardegi í Norðurlandahúsinum. Limafeløgini bjóðaðu vælkomin úti í forhøllini og mong nýttu høvið til at fáa eitt prát um eitt hvat, ið rørir seg á brekøkinum.


Tú kanst lesa meir um hátíðarløtuna á www.megd.fo.


Sjálv var eg so heppin, at vera partur av hesi verkætlan frá byrjan til enda. Alt frá innbjóðingum, lýsingum, for- og baksíðu til Megd-blaðið, roll-up, gávu, etikett, fløggum, framløgum, pallprýðing osfr. Eitt gevandi arbeiðið! Størsta lønin er, at njóta løtuna, karmarnar og uppliva dagin saman við teimum, ein hevur arbeitt so tætt saman við. Síggja, hvussu alt gekk upp í eina hægri eind. Eri sera takksom og ynski MEGD og limafeløgnum hjartaliga til tukku við degnum! Takk fyri løtuna í Norðurlandahúsinum, og eg vóni at fræini, sum vóru givin á degnum, bera góðan ávøkst - bæði myndaliga og bókstavliga :)


Pallur: So vakurt og við ljóði – fuglasongur og áartutl :) Takk Anette Sonne fyri blómurnar og Eydbii myndir fyri filmsbrot og mynd.






21 views0 comments
bottom of page