Í gjár, týsdagin 22. november, var útgávutiltak í Námi í samband við at nýggja bókaheildin „Ferð á føroyskt“ og HEY! heftini eru komin út. Tilfarið er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum annaðmál.
Við tøttum samstarvið við høvundarnar, Mariu Heradóttir og Turid Thomsen, havi eg sett bókaheildina „Ferð á føroyskt“ upp, eftir týskum leisti.
Bókaheildin Ferð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, Ljóðfílur, Læraravegleiðing við hópin av eyka tilfari og góðum hugskotum til aktivitetir. Lærarar hava umframt atgongd til Svarlista og transskriberingar av ljóðfílum.
Tilfarið er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tað kann brúkast frá fjóðra/fimta flokki og uppeftir, umframt til vaksin.
Grundbókin er leiðandi bókin, ið er samantvunnin við Arbeiðsbókini. Harumframt er eitt Orðahefti knýtt at heildini og ljóðfílur til Grundbókina og Arbeiðsbókina.
Bøkurnar byrja heilt frá byrjan og leggja eitt breitt støði undir framhaldandi læring bæði í talu og á skrift.
Her til seinast ynskji eg Námi og høvundum hjartaliga til lukku við útgávunum og takk fyri gott samstarv.
Niðanfyri eru myndir frá tiltakinum.
Commentaires