Klakksvíkar Hermetikk, á manna munni rópt Bollafabrikkin, hevur nú fingið bæði nýggjan klædning og nýtt búmerki.
Í mars 2021 varð avtala undirskrivað millum Klaksvíkar Kommunu og eigararnar av Bollafabrikkini, eisini kent sum Klaksvíkar Hermetikk, sum merkti, at ognarviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at verandi virksemi heldur fram í niðaru hæddini, meðan kommunan fekk ræðisrætt yvir ovaru hædd. Avtalað varð eisini tá, at kommunan átók sær at seta bygningin í upprunaligan stand.
Tað gjørdist fyritøkan Malltek, ið fekk til uppgávu at umvæla klædningin og tekjuna. Arbeiðið byrjaði í september sama ár (2021) og varð liðugt í mai í 2022.
Nú hevur Klaksvíkar Hermetikk so eisini fingið eitt nýtt búmerki. Tað er Anna Simonsen, sum rekur fyritøkuna Anna & annað, ið hevur staðið fyri sniðnum av búmerkinum, og hon sigur, at „Tankin aftanfyri búmerkið er, at hetta er eitt blikk, men samstundis er tað, tú opnar blikkið við, ein húkur. Eisini kann hetta verða ein stampur.”
Tað er Norðoya Blikksmiðja, ið hevur skorið búmerkið út og staðið fyri uppsetan.
Kelda: Grein á Norðlýsinum – nordlysid.fo
Comments