Ein kreativ verkstova, ið veitir grafiskar loysnir
til bæði prent, foliu, skelting, netið og aðrar miðlar.

ANNA SIMONSEN

anna@annad.fo |  Tel. +298 718192

SAMBAND

ANNA & ANNAÐ

Kráargøta 36

700 Klaksvík

V-tal: 646210

EITT SINDUR UM MEG

Eg eiti Anna Simonsen og búgvi í Klaksvík. Eg eri gift við Boga Simonsen, og vit eiga tvey børn, Juliu og Bastian.

Frá barni havi eg verið kreativ og havt hug at skapa. Tískil trívist eg sera væl í mínum grafiska yrki, har eg kann brúka míni evni at skapa, evna og sniðgeva.

Um eg skal lýsa meg sjálva, vil eg siga, at eg eri rólig, fyrikomandi, ábyrgdarfull og dugi væl at raðfesta mítt arbeiði. 

Útbugvingar og YRKISLEIÐ

2003-2007
Í læru sum miðlagrafikari

31. oktober í 2003 byrjaði eg mína grafisku yrkisleið, tá ið eg fekk lærupláss sum miðlagrafikari á Hestprenti. Árið eftir broytti virkið navn til Føroyaprent. Sveinaroyndin var í juni 2007, har eg fekk 11 og bronsuheiðursmerki fyri mítt avrik.

Minnist gleðiliga aftur á tíðina í læru við mennandi uppgávum saman við góðum og dugnaligum fólki.

2000-2003

Studentur á málsligu deild á Studentaskúlanum á Kambsdali

1989-1999

Næmingur í fólkaskúlanum í Runavíkar kommunu

2007 - 2013
Miðlagrafikari

Eg starvaðist í 6 ár hjá Føroyaprenti eftir mína lærutíð. Eg fekk góðar royndir innan uppseting, prent og framleiðslu. 

Sum miðlagrafikari ert tú millumlið millum kunda og framleiðslu,

so tað er umráðandi við góðum samstarvi. Á Føroyaprenti

var eg partur av fleiri spennandi verkætlanum, og hevði fjølbroytt samstarv við virkir, felagsskapir, forløg, rithøvundar, myndafólk, listafólk og aðrar kundar. 

2007 - 2013
Miðlagrafikari

Í 2013 var tíðin komin til nýggjar grafiskar avbjóðingar. 

 

Eg fekk starv hjá Grafia, har mín yrkisleið bleiv meira sjálvstøðug og fjøltáttað. Saman við tí eg hevði lært frammanundan mentist mítt grafiska yrkið. Tað fevndi nú um enn fleiri uppgávur sum uppseting, 
prent, sniðgeving, framløgur, foliu, skelting, samskipan og samstarv. 

 

Ein fjøltáttað og spennandi tíð saman við góðum fólki. 

4. august 2020
Egið virkið

Í koronatíðini broyttist alt. Alt fór niður í ferð, eg hevði tíð at steðga á, lata tankarnar fara á flog og at skapa. Ein tanki um at ganga egnar leiðir birtist innan í mær, og ein strika varð sett í sandin, og eg stovnaði mítt egna virki. 

Lat okkum
Socialisera :)

  • Facebook
  • Instagram
  • LinkedIn